Góða tænastu, góða góðsku og góðan prís!

Sp/f Klips er føroysk fyritøka, ið bjóðar seg fram sum heildarveitari innan byggivinnuna og aðrar vinnur, har dentur verður lagdir á eina góða tænastu, góða góðsku og góðan prís. Fyritøkan varð stovnað av Símun á Høvdanum tann 12. oktober  í 2005, og er hann eisini stjóri.

Í 2006 bleiv handilsavtalur gjørdar við 5 danskar fyritøkur, Jasa Company, Avenue, Eskimo klæder, Diamig og Euro Miljø Group, har Sp/f Klips stendur fyri allari søluni hjá teimum til Føroyar. Í 2007 eru fleiri fyritøkur komnar afturat, tær eru Corus ByggeSystemer, Henkel Norden, Silkeborg Stigefabrik, Specialfabrikken Vinderup, Otto Schachner, Element System, Abeko, MSK Scandiniva, Wallmann, Repella. Dansk Gummi Fabrik, Veli Line, VM Blandere, Xella, Gunsti, IBC Textil, G-Man og Sydvesta. Í 2008 LS Systemer. Samráðst verður við fleiri fyritøkur, bæði í Danmark, Norra, Svøríki, Týsklandi, Hollandi og aðrastaðni við. Málið er, at vit skullu selja alt innan byggivinnuna frá A-Z. Eisini innan aðrar vinnur verður arbeitt, so sum landbrúk, fiskivinnuna o.a.

Símun á Høvdanum hevur drúgvar royndir innan byggivinnuna, har hann hevur starvast í meira enn 20 ár. Frá 1994 - 2005 var Símun á Høvdanum eigari og stjóri í Klaksvíkar Timburhandli og saman við pápanum, familjuni og góðum arbeiðsfólki hevur Timburhandilin í Klaksvík ment seg frá at vera ein lítil Timburhandil, til at vera ein av teimum størsti í landinum. Tann 12. oktober 2005 bleiv Timburhandilin seldir og ídag er Klaksvíkar Timburhandil lagdir saman við Højgaards Handilsvirki og Klæmint Petersen.

Sp/f Klips húsast bæði í Danmark og í Føroyum. Í løtuni verður alt virksemi stýrt frá Tranbjergvej 37 í Tranbjerg, beint sunnanfyri Århus. 2-3 tríggjar ferðir um árið, er ætlanin at koma upp til Føroyar at selja og vónandi verður samhandilin við tær føroysku fyritøkurnar góðar, til frama fyri báðar partar. Okkara partur skal ikki liggja eftir.